Innanlands

100.000 krónur til Ævintýraferðina

Jólamerkjagrunnurin hevur handað stuðulin í ár. Ein sjónvarpsrøð til børn og ítróttur fyri børn við avbjóðingum fingu hesaferð

2021-12-01 17:02 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Síðan Posta gav fyrstu jólamerkini út í 1976, er ágóðin av søluni latin sum stuðul til verkætlanir til frama fyri børn og ung í Føroyum. Tað merkir, at hvørja ferð tú keypir jólamerki frá Posta, fer ágóðin til vælgerandi endamál.

Barnasjónvarpsrøð um at vera menniskja
Jólamerkjagrunnurin letur í ár 100.000 krónur til føroyskt framleiddu sjónvarpsrøðina ‘Seks spurningar um at vera menniskja,” sum Ævintýraferðin framleiðir.

- Tað er tørvur á á dygdargóðum tilfari til føroysk børn á føroyskum, og tað hevur Ævintýraferðin við hesu sjónvarpsrøð sett seg fyri at bøta um. Jólamerkjagrunnurin leggur dent á, at sjónvarpsrøðin setur sjóneykuna á stóru spurningarnar í tilveruni á ein stuttligan og barnsligan hátt, skrivar Posta í tíðindaskrivi í dag.

[object Object]
Jólamerkjagrunnurin (umboðað av Joel undir Leitinum og Svanbjørg Manai) handar Ævintýraferðini kekkin. Urd Johannesen, Tjóðhild Patursson og børn tóku ímóti. Dánjal og Búi kundu tíverri ikki vera við

Fimleikur og hondbóltur til børn við avbjóðingum
Fimleikafelagið Ljósið fær stuðul áljóðandi 25.000 krónur. Stuðulin verður latin til Loppurnar, ið er einasta fimleikalið í Føroyum fyri rørslutarnað. Liðið arbeiðir miðvíst við at luttaka í Special Olympics í Danmark á vári 2022.

Eydnudeild Føroya er ein tann glaðasta hondboltdeildin fyri børn og ung millum 5-16 ár, sum er fyri børn við serligum tøvi og familjur teirra. Eydnudeildin leggur dent á ein jaligan felagsskap rundanum hondbóltin.

Eydnudeildin móttekur somuleiðis 25.000 krónur frá Jólamerkjagrunninum.

Í Jólamerkjagrunninum sita Joel undir Leitinum, stjóri á Posta, formaður, Fróði Joensen, yvirlækni, og Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum.

[object Object]
Nena Jákupsdóttir, venjari og børn tóku ímóti kekkinum frá Jólamerkjagrunninum. Umboð frá Posta vóru Svanbjørg Manai og Joel undir Leitinum

[object Object]
Súsanna Eliassen fekk handað risakekkin til Eydnudeildina frá Jólamerkjagrunninum. Vegna Jólamerkjagrunninum vóru umboð frá Posta, Svanbjørg Manai og Joel undir Leitinum

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder