Uttanlands

Øll skulu ábyrgdast fyri álopið

Í dag er ársdagur fyri ógvusliga álopið á amerikanska tjóðartingið í Washington

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2022-01-06 07:18 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Øll, sum vóru við í álopinum móti kongressini í USA skulu ábyrgdast fyri sínar gerðir.

Soleiðis ljóða boðini frá amerikanska løgmálaráðharranum, Merrick Garland, nú ársdagur er fyri álopinum.

Tilsamans hevur løgmálaráðið ákært 725 fólkum fyri lógarbrot í sambandi við uppreisturin.

Talan er um lógarbrot, alt frá broti á løgregluviðtøkur, til samansvørjingar og álop á løgregluna

Av teimum 725, hava 165 játtað seg sek. Minst 70 fólk eru dømd.

Harðasta revsingin higartil var givin stutt fyri jól, tá ein maður varð dømdur fongsul í yvir fimm ár fyri harðskap móti løgregluni.

- Løgmálaráðið hevur framvegis ábyrgdina av at ábyrgda øll tey seku fyri tað, sum hendi 6. januar 2021. Líkamikið um tey vóru til staðar á sjálvum degnum, ella á annan hátt vóru samsek í álopinum á okkara fólkaræði, segði Garland í eini røðu í gjár.

Í dag er ársdagurin fyri hendingina, tá ein stórur hópur av fjepparum hjá tá fráfarandi forsetanum, Donald Trump, lupu á kongressina.

Tað hendi meðan kongresslimir fóru í holt við at góðkenna Joe Biden, sum komandi forseta í USA.

Fýra fólk lótu lív í sambandi við ófriðin. Dagin eftir doyði ein løgreglumaður av hjartatilburði. Tað er óvist um tann tilburðurin hevur beinleiðis samband við hendingarnar í kongressini, skrivar Reuters.

Rættarmálini, sum hava verið førd síðan, hava serliga verið móti høgravíðgongdum bólkum, ein av hesum bólkum er Proud Boys.

Umframt løgregluna, hevur ein serlig nevnd í umboðsmannatinginum eisini arbeitt við at kanna hvat hendi henda dagin.

Hetta hevur eitt nú ført til, at Steve Bannon, fyrrverandi ráðgevin hjá Trump forseta í Hvítu Húsunum, er skuldsettur fyri at sýta fyri at møta upp til avhoyringar og leggja fram skjøl, sum tingnevndin hevur biði um.

Amerikanski løgmálaráðharrin hevur verið fyri ábreiðslum frá nøkrum demokratiskum politikarum, sum halda, at Garland ikki hevur gjørt nóg mikið til tess at kanna hendingarnar.

Ársdagurin verður mintur, eitt nú við kvøldbøn í kongressini og einum panelorðaskifti. Roknað verður eisini við, at Joe Biden, forseti, fer at halda eina røðu, skrivar Reuters.

Herundir myndir úr goymsluni frá álopinum fyri ári síðani. Myndir: EPA

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder