Innanlands

Eingin er innlagdur í sambandi við koronu - hvørki av ella við koronu

533 nýggir tilburðir vórðu í gjár, og samlaða talið á positivum í løtuni táttar í 4000 fólk

Koronudeildin á Landssjúkrahúsinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Koronudeildin á Landssjúkrahúsinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-01-21 17:29 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Sera góð tøl frá heilsumyndugleikunum í dag. Eingin er innlagdur av og heldur ikki við koronu. Annars hevur tað allatíð verið minst ein innlagdur seinastu tveir mánaðirnar, men nú er altso eingin.

Nógvir tilburðir verða staðfestir kortini. Í 3606 kanningum, sum vórðu gjørdar í gjár, vóru 533 av teimum positivar. 390 fólk vórðu staðfest frísk aftur, og talið á positum í løtuni er komið upp á 3859 fólk.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder