Mentan

Kári fekk ein stól

Í X Factor stólaspælinum í kvøld vann Kári Fossdalsá seg enn einaferð víðari. Toftamaðurin er millum seks tey síðstu hjá dómaranum Martin Jensen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2022-01-21 20:56 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað munnu vera nógvir føroyingar sum fylgja við X Factor í ár. Góðar orsøkir eru til tað, tí heilir tveir føroyingar luttaka, og eru báðir komnir langt higartil.

Síðsta fríggjadag gjørdist greitt at bæði Tina Mellemgaard og Kári Fossdals vóru millum 36 tey síðstu í X Factor, og høvdu vunnið sær pláss í sonevnda 6 Chair Challenge.

[object Object]Kári Fossdalsá (Mynd: TV2)

Í kvøld var fyrsta sendingin av hesum stólaspælinum á skránni, og dómarin Martin Jensen fekk heiðurin at vera tann fyrsti, at hoyra sínar luttakarar. Undir veingjunum hjá altjóða plátuvendaranum, sum seinastu tvey árini hevur verið dómari í X Factor, er toftamaðurin Kári Fossdalsá.

Hann royndi seg við lagnum “Bruises” hjá Lewis Capaldi. Hetta dámdi Martini sera væl.

- Í byrjanini róptu áhoyrarnir “juuuhh”, men so tagdu teir. Tað var ikki tí, tú byrjaði at syngja vánaligt, men tí eingin vildi órógva teg. Tað var tí tú sang hendan sangin so pissi hamrandi flott, segði Martin Jensen.

- So tú skalt sjálvandi hava ein stól, staðfesti hann.

[object Object](Mynd: TV2)

Stólaspælið er skipað á tann hátt, at fýra úr hvørjum flokki - yngri enn 23 ár, eldri enn 23 ár og bólkar - framføra á palli, og síðani er tað upp til dómaran at velja hvør skal hava ein stól. Tað kemur meira enn so fyri, at ein, sum hevur fingið tillutað ein stól fyri sína framførslu, missir hann aftur til fyrimun fyri onkran, sum framførir aftaná.

Kári var tó so heppin - ella dugnaligur - at hann ikki misti stólin til nakran, og er millum seks teir síðstu luttakararnar hjá Martin Jensen. Ein úr hvørjum flokki kemur víðari, og kappingin er sostatt millum Kára og Lotte, sum eisini er í flokkinum yvir 23.

[object Object]Við sær hevði hann unnustuna Áshild Jónsveinsdóttir og dóttir teirra (Skíggjamynd: TV2 Play)

Hvør av teimum kemur við til beinleiðis sendingarnar verður avgjørt á sonevnda bootcamp. Hetta verður ikki víst fyrr enn 6 Chair Challenge hjá hinum báðum dómarunum Thomas Blachman og Kwammie Liv, hava verið.

Serliga í 6 Chair Challenge hjá síðstnevnda dómaranum, Kwammie Liv, sum verður víst annan fríggjadag, tað vil siga 4. februar, verður tað veruliga áhugavert hjá okkum føroyingum aftur. Tá verður 18 ára gamla Tina Mellemgaard úr Hoyvík við, og finnast skal útav, um hon sleppur víðari ella ikki.

X Factor sæst á TV2 fríggjakvøld klokkan 19, og á TV2 Play um ein hevur hald.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder