Innanlands

Nýggja Bíbliutýðingin um at vera liðug

Nú er møguligt hjá øllum føroyingum at lesa 1. mósebók í nýggju tíðingini og gera viðmerkingar til hana

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-05-13 13:21 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú er møguleiki hjá øllum føroyingum, at lesa og gera viðmerkingar til nýggju føroysku bíbliuumsetingina.

Leingi hevur hon verið ávegis, og nú er komið so langt, at til ber at lata alt Føroya fólk, úti sum heima, lesa 1. Mósebók í nýggju týðingini av Bíbliuni, skrivar Bíbliufelagið í tíðindaskrivi.

Tilfarið er lagt út á heimasíðuna hjá Føroyska Bíbliufelagnum www.biblia.fo, har til ber at taka PDF útgávu av 1. Mósebók niður. Viðmerkingar til tilfarið kunna sendast á teldupostin [email protected].

Tað var í 2016, at Hans Jacob Joensen, biskupur, sum andaðist beint fyri jól í fjør, var liðugur at umseta alla Bíbliuna, uttan Sálmarnar, til føroyskt. David Johannesen, prestur, hevur síðani týtt Sálmarnar.

Tað er stórarbeiði at týða úr hebraiskum máli, sum Gamla Testamentið er skrivað á og úr grikskum, sum Nýggja Testamenti er skrivað á. Arbeitt verður við at lesa alla Bíbliuna ígjøgnum við atliti til gudfrøðiliga trúvirðið, góðan málburð og orð, áðrenn útgávan verður løggild og útgivin.

Nógv fólk í og uttanfyri Føroyar úr ymsum kirkjum og samkomum taka lut í arbeiðinum, skrivar Bíbliufelagið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder