Innanlands

Strandferðslan søkir nú eftir manning til Herjolf

Stýrimenn, maskinmeistarar, dekkarar, kokkar og tænastufólk skulu finnast til Herjólf III, sum Strandferðslan leigar úr Íslandi. Skipið fer efir ætlan í sigling í juni

(Mynd: Heimir Hoffritz)

(Mynd: Heimir Hoffritz)

2022-05-19 17:57 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Strandferðslan hevur í dag sent út umfatandi starvslýsing. Nú skal manning finnast til skipið Herjólf III, sum er leigað úr Íslandi til farmaflutning.

Talan er um stýrimenn, maskinmeistarar, dekkarar, kokkar og tænastufólk til tíðaravmarka starv til at sigla við á Herjólfi III frá umleið juni 2022 til september 2023.

Endamálið við skipinum er at føra farm. Umframt at loysa Smyril av tá hann er í dokk, stendur at lesa í starvslýsingini.

- Umsøkjarar skulu til eina og hvørja tíð kunna verða fluttir millum skipini, sum fyriskipað av leiðsluni. Arbeiðstíðin er fyriskipað í mun til galdandi ferðaætlan hjá tí skipi, ið ein verður settur umborð á. Ferðaætlan er ikki endalig enn. Arbeiðsætlanin er full tíð – 45,5 um vikuna, tó 91 aðru hvørja viku tá Smyril er í dokk, sigur Strandferðslan.

Umsóknarfreistin er 27. mai.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder