Uttanlands

Óvanligur hiti í Spania

Hava ikki mált so nógvan hita í mai mánaða nakrantíð fyrr

Í Cordoba, har stevna var um vikuskiftið, er eisini ógvusligur hiti (Mynd: EPA)

Í Cordoba, har stevna var um vikuskiftið, er eisini ógvusligur hiti (Mynd: EPA)

2022-05-22 09:49 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í Spania uppliva tey óvanliga nógvan hita í hesum døgum. Máld eru mestu hitasgit nakrantíð fyri mai mánað upplýsir spanskar veðurstovan Aemet, sambært BBC.

Aemet ávaraði í gjár um hitabylgju í 10 av teimum 17 landslutunum í landinum. Tá ljóðaði, at hitabylgjan kann gerast tann mest ógvusligasta í fleiri ár.

Í býnum Jaén har suðuri í Spania máldu mydugleikarnir fríggjadagin 40 hitastig. Aldri fyrr er hitamátarin komin so langt upp í landinum í mai mánaði.

Harðast raktu økini eru Andalusia har suðuri, Extremadura í útsynningspartinum, Madrid og Castilla la Mancha í Miðspania og Aragon í landnyðringspartinum av landinum.

Spanska heilsumálaráðið hevur, sambært BBC, heitt á borgarar í raktu økjunum um at drekka nógv vatn og halda seg í skugganum og í svalligum støðum.

Eisini verða fólk biðin um at lata vera við at røra seg ov nógv.

Óvanliga heita várveðrið kemur orsaka av heitari luft, ið blæsir yvir landið úr Norðurafrika. Tað hevur fingið hitan at økjast við upp til 15 stig í mun til miðal fyri árstíðina.

Náttarhitin í Spania hesar seinastu dagarnar hevur eisini verið óvanliga høgur. Fríggjanáttina vórðu máld 25 stig um náttina fleiri staðni.

Hóast tað framvegis er ov tíðliga at brúka alheims upphitingina sum forkláring til hitabylgjuna í Spania, so er breið vísundalig semja um, at veðurlagsbroytingar var at elva til fleiri hitabygjur av hesum slag, um tað ikki eydnast at minka um útlátið av koltvísúrni, skrivar Ritzau.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder