Uttanlands

YouTube strikar russiskar filmar um kríggið

70.000 filmar og 9.000 rásir, ið ikki fylgja leiðreglunum hjá YouTube eru ikki longur at finna á vælumtóktu nettænastuni

2022-05-23 06:56 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nettænastan YouTube hevur strikað yvir 70.000 filmsbrot og yvir 9.000 rásir, sum snúgva seg um, ella umrøða kríggið í Ukraina, av sínum palli. Hetta tí filmarnir ikki lúka leiðreglurnar fyri innihaldi.

Tað skrivar bretska blaðið The Guardian.

Talan er eitt nú um filmsbrot, har innrásin í Ukraina verður umrødd sum “frælsisuppgáva”, og rásir, sum tann hjá Kreml-vinarliga journalistinum, Vladimir Solovyov, ið eru blivnar strikaðar.

Fleiri vælumtóktir miðlapallar eru bannaðir í Russlandi, men so er ikki við YouTube, sum er sera væl umtókt í landinum, har tænastan hevur umleið 90 milliónir brúkarar, skrivar dr.dk.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder