Mentan

Video: - Vit vilja fáa lív í føroyskan tónleik

Ungu dreingirnir í Adrenaline hava givið út sítt fimta staklag. ‘Spillikassin” er heitið

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2022-06-20 18:27 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Unga Klaksvíksorkestrið, Adrenaline, hevur givið út sítt fimta staklag. Herfyri var lagið “Spillikassin” lagt út á YouTube.

Talan er um fyrsta videolagið, sum er tikið upp í komandi mentanarhúsinum í Klaksvík, sum er í gerð í løtuni. Tað er Eyðbjørn Jacobsen, sum hevur staðið fyri videoupptøkunum.

Adrenaline gav út sítt fyrsta lag í mai 2020. Tað var sangurin “Eg vil koyra skjótari”. Síðan hevur tað gingið slag í slag,

- Vit vilja fáa lív í føroyskan tónleik, tí næstan eingin ger føroyskar rock sangir meira. Vit fara 100% at blíva við at gerða meira sangir, og ætla ikki at stegða við at gerða tað, skrivar Adrenaline í tíðindaskrivi í sambandi við útgávuna.

Teir, ið manna Adrenaline, búgva allir í Klaksvík. Teir eru Jónas Jacobsen, 18 ár, sang og gittara, Tórður Sóleyarson, 17 ár, gittara og kór, Niclas Elttør Høgnesen, 17 ár, bass og Høgni Sørensen, 18 ár, trummur. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder