Innanlands

- Tað verður ikki við mær, at Sev fær loyvi

Borgarstjórin ætlar at støðga eini ætlan á 1,3 milliardir 

(Mynd: Birgir Waag Høgnesen)

(Mynd: Birgir Waag Høgnesen)

2022-06-22 08:02 Author image
Orð og myndir: Birgir Waag Høgnesen
placeholder

Á orkutinginum, sum ein áhugabólkur í Vestmanna skipaði fyri í gjárkvøldið, segði borgarstjórin, Pauli T. Petersen, at tað verður ikki við hansara atkvøðu, at Sev fær byggiloyvi til sína pumped storage verkætlan, í Heygadali. 

Eini 120 fólk hvødu teknað seg til orkutingið, sum endaði við einum pallborðsorðaskifti.

- Vestmenningar hava latið nóg nógv, so nú skulu pengar á borðið, segði borgarstjórin.

Hann nevndi, at Sev í løtuni hevur heili fyra stórar vatngoymslur í haganum kring Vestmanna, sum hava lagt stór hagalendi undir vatn, men borgararnir í kommununi hava einki endurgjald fyri hesar oyðingar.

- Nú siga vit stopp. Tað verður ikki við mínari atkvøðu, at Sev fær sítt loyvi, til pumped storage ætlanina, til 1,3 milliardir, fyrst skulu pengar á borðið til borgarar í Vestmanna, so ella so, segði Pauli T. Petersen.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder