Mentan

Nýtt lag við Jaspuri Petersen

Niels Midjord, sáli, spælir tvíarmaðan lutt og syngur við á nýggja sanginum “At laða garð”

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2022-06-27 09:58 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í dag kemur nýgg tónleikaútgáva út, lagið kallast ”At laða garð”. Tað er Jaspur Petersen í skrivað hevur orð og lag. Jaspur syngur sjálvur og spælir harmoniku, Niels Midjord syngur og spælir tvíarmaðan svenskan lutt.

Jaspur hevur einki útgivið av tónleiki, síðan hann var í Harkaliðinum fyrst í sjeytiárunum, og sang millum annað um ”Tulipanærina”.

Niels kenna vit frá eini rúgvu av útgávum, her spælir hann tvíarmaðan svenskan lutt, ið helst er fyrstu ferð at hetta ljóðføri er upptikið í Føroyum, so her skrivaði Niels aftur søgu. Tíverri náddi Niels ikki at uppliva hesa útgávu – hann fór um sýnina áðrenn.

Holgar Jacobsen hevur staðið fyri upptøkuni, og hevur ljóðblandað og Dánjal Tavsen hevur mastrað. Lagið verður tøkt á Spotify um stutta tíð.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder