Mentan

Sløkkiliðið og Vága kommuna skipa fyri ókeypis familjutiltaki

Tiltakið verður fríggjakvøldið klokkan 18 inni á keiini við brandstøðina – Tað hevur týdning, at børn síggja og læra um sløkkiliðið, meðan tey hugna sær, sigur kommunan

(Mynd: jn.fo)

(Mynd: jn.fo)

2022-06-30 21:23 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sløkkiliðið í Vága kommunu og Vága kommuna, fara aftur í ár saman at skipa fyri einum stórum familjutiltaki, og tað verður í morgin, fríggjadagin 1. juli kl. 18, inni á keiini við brandstøðina.

Alt sløkkiliði verður við í tiltakinum, har teir vísa bilarnar fram, og rigga økið til við skúmi. Harafturat verður skipað fyri eini stafettkapping fyri alla familjuna, børn og vaksin - barnsligar sálir, har ymiskar uppgávur skulu loysast, har vatn og skúm verður brúkt. Besti bólkurin vinnur eitt gávukort. Børnini (og tey vaksnu ) fara at fáa karm, so tað ræður um at vera í regnklæðum og gummistivlum, ella at hava skiftiklæðir við, skrivar Vága kommuna.

Eitt stórt øki verður hegnað av og fylt við skúmi at sparka bólt í, Hans Ravnsfjall fer at syngja nakrar kendar sangir, og eisini verða pyslur grillaðar, og kaffi verður at fáa.

Økið fram við brandstøðini verður stongt fyri ferðslu ímeðan tiltakið verður, og góðir parkerings møguleikar eru á keiini, skrivar kommunan, sum leggur afturat, at sløkkiliðið hevur stóran týdning fyri kommununa, og hevur tað týdning, at børn síggja og læra um sløkkiliðið, meðan tey hugna sær.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder