placeholder
Innanlands

Sáttmáli undirskrivaður um uppseting av Nólsoyar Pálli

Ætlanin er, at standmyndin av Nólsoyar Pálli skal upp aftur í Vágsbotni áðrenn ólavsøku, og í dag varð sáttmáli undirskrivaður um uppseting av standmyndini

Frá vinstru: Bergur Midjord, byggileiðari hjá Articon, Tróndur Sigurðson, formaður í byggi- & býarskipanarnevndini, Jón Sigurdsson, stjóri í Articon, Høgni Tausen, stjóri á Føroya Grótvirki, Heðin Mortensen, borgarstjóri, Eyðun Eliassen, stjóri í EYA arkitektar, Gunnvá Fossaberg Ellingsgaard, arkitektur, Jóannes B. Lamhauge, arkitektur á býarskipanardeildini hjá Tórshavnar kommunu (Mynd: Tórshavnar kommuna)

2022-06-30 17:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í farnu viku báðaði Tórshavnar kommuna frá, at standmyndin av Nólsoyar Páll fór at verða sett uppaftur í Vágsbotni áðrenn ólavsøku, og seinnapartin í dag varð sáttmáli undirskrivaður um uppseting av standmyndini.

Eitt serligt fundament verður gjørt og í einum bassengi við sjógvi í verður lagdur ein øgiliga stórur steinur, sum standmyndin skal standa á. Uttanum verður gjørd ein træbrúgv.

Arbeiðið er gjørt í samráð við listamannin Hans Paula Olsen, skrivar kommunan.

Tað var í november 2020, at standmyndin varð tikin niður.[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder