Innanlands

Tíðargrein: Vit skulu hava eina tíðarhóskandi fosturtøkulóg

Eg eri ikki fyri fríari fosturtøku – av fleiri orsøkum, men eg eri fyri einum virðiligum og sømiligum rætti til fosturtøku

Ruth Vang (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Ruth Vang (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-07-01 08:00 Author image
Ruth Vang
placeholder

Hendan greinin er partur av røð av tíðargreinum, sum formenninir í politisku flokkunum skriva á Portalinum næstu tíðina.

Langabbi mín, føddur í 1878, var móður- og faðirloysingur. Ella tað vil siga, at mamma hansara, sum var ógift, lat hann uppfostra hjá eldri ógiftari kvinnu í Havn, sum man hava tikið sær væl av honum. Tí at síggja til, eftir umstøðunum tá í tíðini, fekk hann ikki nakað vána lív, hóast hørðu byrjanina. Mamman, olduromma mín, rýmdi av landinum undan skommini. Hon tænti eitt skeið hjá eini valafamilju í Danmark, inntil onkur helt hana vera slopna í so lætt, og lat eitt orð falla til konuna í húsinum um ólevnað hennara heima í Føroyum. Sjálvandi kundu tey ikki liva við at hava slíka gentu í húsinum, og hon varð burturvíst. Har endar hennara slóð. Onkur ábending er, at hon doyði fyri egnari hond. Skommin mundi gerast ov tung at bera.

Oldurabba mín vita vit lítið um. Annað enn, at hann var útlendingur, sum legði sína leið framvið her, men sum ikki kom aftur, sum lovað. Kanska sjólætst hann. Kanska ætlaði hann sær bara hetta ævintýrið á leiðini og átti konu og børn aðrastaðni. Tað vita vit ikki. Men vit vita, at sonurin fekk ongar ítøkiligar avleiðingar fyri hansara lagnu. 

Við nútíðarbrillum munnu flestøll halda, at lagnan var órímiliga hørð, og at tað var skilligt, um olduromman valdi fosturtøku, um møguleikin var har. Samtíðis er tað ein óveruligur tanki, hvat so hevði verið av okkum nógvu eftrkomarum hennara.

Óteljandi dømi eru um líknandi kvinnulagnur, ikki bara í Føroyum. Søguliga hevur tað havt sera ógvusligar sosialar avleiðingar, ikki bara fyri kvinnurnar, men sanniliga eisini fyri børnini. Menn eru oftast slopnir munandi lættari. Tað minnir meg um, at man Í Grønlandi heilt fram til 1974, hevði lógarfesta skipan, sum syrgdi fyri, at grønlendsk børn fødd uttanfyri hjúnaband, vóru løgfrøðilliga faðirleys. Sostatt visti tú longu frammanundan sum maður, at erotisk ævintýr við grønlendskum kvinnum vóru púra uttan avleiðingar, um kvinnan gjørdist við barn. Við vanlukkuligum avleiðingum fyri tey áleið 8.000 grønlendsku børnini og mammur teirra, sum rindaðu prísin fyri hesa skipan. 

Vit tosa í hesum døgum um týdningin av javnstøðu í sambandi við barsil og børn. Men fyri tað fyrsta, so er biologiska útgangstøði ikki serliga javnt. Vit skulu ikki nógv ættarlið aftur, so var tað ikki sjálvsagt, at kvinnan yvirlivdi viðgongu og føðing. Enn liva kvinnur undir teimum treytum úti í heimi. Tað tekur mammuni í minsta lagi 9 mánaðir at fáa eitt barn. Tá hava vit ikki tikið bróstagevingina við. At fáa eitt barn tekur pápanum – ja eg skal ikki seta tal á, men vit tosa um minuttir. 

Legg so omaná, at seksuella sjálvræði hevur bara verið galdandi eina evarska lítla løtu í søgu mannaættarinar. Inntil fyri fáum árum síðani var neyðtøka loyvd innan hjúnalag, og eisini uttanfyri, treytað av at tit giftust eftirfylgjandi.

Tá eg av fyrstan tíð stillaði upp í politikki, tryggjaði eg mær, at tað var pláss fyri mínari sannføring um fosturtøku, væl vitandi, at hetta fyrr ella seinni kundi gerast aktuelt. Nú siti eg sjálv á postinum, har eg skal rúma øðrum sannføringum. 

Spurningurin um fosturtøku er ein sera torførur spurningur. Og tað skal hann vera, tí tað er eitt svárt etiskt val ímillum atlitið til mammuna og atlitið til fostrið. Fosturtøkukjakið í Føroyum gevur ta fatan, at tað finnast bara tveir leistir - frí fosturtøka, sum røddir nú enntá vilja skal galda alla viðgongutíðina, ella ein forboðsskipan, sum so gott sum als ikki loyvir fosturtøku. Í øllum førum eru hesi bæði sjónarmiðini tey, vit aloftast hoyra. Og sum so ofta í truplum politiskum málum, so leggja vit okkum í hvør sína skotgrøv.  

Eg eri ikki fyri fríari fosturtøku – av fleiri orsøkum, men eg eri fyri einum virðiligum og sømiligum rætti til fosturtøku. 

Eitt er vist, at føroyska kvinnan fer ikki lætt um fosturtøkuspurningin. Tølini tala sítt. Vit munnu vera tætt at heimsmetinum í lágum fosturtøkutølum. Eisini um vit taka við tær ’føroysku’ fosturtøkurnar, sum verða framdar í Danmark. Men tey, sum bara kenna eitt sindur til veruleikan, vita, at allar kvinnur kunnu koma í so truplar lívsstøður, at fosturtøka fyri tær er frægasti útvegur – eisini kvinnur, sum í útgangstøðinum vóru ímóti fosturtøku. 

Vit eiga at hava eina føroyska fosturtøkulóg, sum avspeglar føroyska hugburðin sum heild, og sum vit í Føroyum kunnu standa inni fyri. Ein lóg, sum tryggjar føroyskum kvinnum rætt og atgongd til fosturtøku, tá persónligar, sosialar ella aðrar umstøður gerast ov svárar.

Ruth Vang
Forkvinna í Framsókn

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder