Uttanlands

Tey ungu vraka Facebook

Nýtslan av Instagram og Snapchat er hinvegin vaksandi. Næstan øll ung brúka Youtube, vísir amerikansk kanning

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-08-12 16:29 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Sonevnda Z-ættarliðið tímir ikki ommur og abbar á Facebook. Ein kanning, sum Pew Research Center hevur gjørt millum amerikanskan ungdóm vísir, at bara 32 prosent av tannáringum í aldrinum 13-17 ár brúka Facebook.

Spurt var um tað sama í 2014-2015. Tá vóru tað 71 prosent av teimum ungu, sum brúktu Facebook.

Tað skrivar Techcrunch.

Nýtslan av Instagram og Snapchat er sambært kanningii vaksin mundandi, men tað er Youtube, sum tey allar flestu brúka. Spurt var ikki um Youtube í 2014-2015, men heili 95 prosent av tannáringunum siga seg brúka tað.

Eitt lítið vet omanfyri Instagram og Snapchat liggur videopallurin Tiktok, sum 67 prosent í aldrinum 13-17 ár siga seg nýta. Av góðum grundum varð ikki spurt um hetta í 2014-2015, tí TikTok kom ikki fram fyrr enn í 2018.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder