Innanlands

Streymslit í meginøkinum

Streymurin kom aftur klokkan níggju eftir at hava verið burtur í uml. ein tíma – Enn er ikki greitt, hvør orsøkin er til streymslitið

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-08-13 08:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nakað eftir klokkan átta í morgun fór streymurin í meginøkinum.

SEV sigur, at arbeitt verður við at staðfesta brekið og starta uppaftur.

Dagføring: Klokkan níggju boðaði SEV frá, at øll skuldu hava fingið streymin aftur.

Dagføring kl. 10.42: Orsøkin til streymslitið er enn ikki greið, men tað verður kannað nú, sigur Høgni Hansen, vakthavandi rakstrarleiðari hjá SEV við Útvarpið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder