Innanlands

Tveir bátar sleipaðir í gjár

Nósi sleipaði ein bát, sum var uppsteðgaður við brúnna um Streymin, og Ziska sleipaði ein bát til Leirvíkar

Ziska (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Ziska (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-08-13 09:41 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinnapartin í gjár, nakað eftir klokkan hálvgum seks, varð boðað frá, at ein smábátur var uppsteðgaður norðanfyri Brúnna við Streymin.

Báturin hjá Brimli, Nósi, sleipaði hann suður um brúnna, har báturin fekst í gongd aftur, og sigldi til Hósvíkar, skrivar heimasíðan hjá Vørn.

Um morgunin var bjargingarbáturin Ziska eisini boðsendur at sleipa ein útróðrarbát.

Tað var trý korter til átta, at Ziska varð boðsendur at sleipa bátin av Pollinum og til Leirvíkar.

Sleipið tók ein góðan tíma.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder