Innanlands

Tekniskt brek var orsøkin

Talan var um eitt brek á einum motori á Sundsverkinum, sigur SEV

Sundsverkið (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

Sundsverkið (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2022-08-13 11:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað var eitt tekniskt brek, sum var orsøkin, til at streymurin fór í øllum meginøkinum stutt eftir klokkan átta í morgun.

Streymurin var burtur í ein lítlan tíma, men beint fyri klokkan níggju varð boðað frá, at øll høvdu fingið streymin aftur.

Orsøkin til streymslitið varð kannað, og fyri løtu síðani skrivaði SEV á heimasíðuna, at tað var eitt tekniskt brek á einum motori á Sundsverkinum, sum var orsøkin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder