Innanlands

Eldsbruni í Klaksvík

Fyrr í kvøld varð boðað frá eldi í Heygabúðini í Klaksvík. Tamarhald er á støðuni, frætta vit av løgreglustøðini

2022-09-29 20:45 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað er tamarhald á eldinum, sum fyrr í kvøld varð fráboðaður í Klaksvík.

Av løgreglustøðini í Havn verður upplýst, at fráboðan kom um eldsbruna í Heygabúðini, sum er ein matvøruhandil á Heygavegi.

Sløkkiliðið var skjótt á staðnum, og fekk tamarhald á støðuni. Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at eingin var inni í húsunum, tá eldur kom í.

Talan er um lítlan eld, sum skilst í klædninginum ella uppi undir takinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder