2022-09-30 08:17
Tað er nógvur vindur kring landið í morgun, og um hálvgun sjey tíðina fekk løgreglan fráboðan um stormskaða í Eysturkommunu.
Hetta var ein tekja sum kundi fara at ríva. Tilbúgvingin varð boðsend at tryggja áðrenn nakað hendi, verður upplýst av løgreglustøðini í morgun.
Sambært veðurstovunum verður nógvur vindur fyrrapartin og út á seinnapartin. Í kvøld makar hann vindin nakað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald