Innanlands

Kenna ikki orsøkina enn

Nú skal kannast, hví eldur kyknaði í Heygabúðini í gjárkvøldið

2022-09-30 09:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Um átta tíðina í gjár varð boðað frá eldi í bygninginum, sum matvøruhandilin Heygabúðin, heldur til í Klaksvík.

Sløkkiliðið fekk skjótt tamarhald á støðuni, og talan var um lítlan eld í tekjuni.

Á løgreglustøðini í morgun kenna tey ikki orsøkina til, at eldurin kyknaði, men tað skal nú kannast. Brunaserfrøðingar fara at kanna hetta mánadagin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder