Innanlands

Video: Miðflokkurin gott val - fer at smitta av til løgtingsvalið

Ein fegin og lættur formaður í Miðflokkinum, Jenis av Rana, aftaná valúrslitið varð greitt í kvøld. Flokkurin fekk 4,5 prosent av atkvøðunum, ið er væl meira, enn hvat er vanligt hjá flokkinum til fólkatingsval

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2022-11-01 02:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Yvir 1.200 atkvøður hjálpa eisini fíggjarliga, og hetta viðurkennir Jenis av Rana í samrøðuni í forhøllini í Kringvarpininum í kvøld, har hann eisini fyrihelt seg til eitt beikst valstríð, sínar útsagnir har og eitt møguligt misálit.

Nógv umrøddi formaðurin í Miðflokkinum segði eisini, at nú var greitt fokus hjá flokkinum at hava landssfund og síðani at fyrireika seg so væl sum gjørligt til næsta løgtingsval.

Miðflokkurin stillaði ikki upp til fólkatingsvalið seinast. Í 2015 fekk flokkurin heili tvey prosentstig færri, enn hann fekk í kvøld.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder