Innanlands

Fólkaflokkurin niður á fýra tingsessir

Fólkaflokkurin fær enn ein frammaná í nýggjari veljarakanning

Beinir Johannesen er nýggjur formaður í Fólkaflokkinum (Mynd: Sverri Egholm)

Beinir Johannesen er nýggjur formaður í Fólkaflokkinum (Mynd: Sverri Egholm)

2022-11-14 19:25 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Um val var í dag, hevði Fólkaflokkurin fingið 12,6 prosent og fýra tinglimir, vísir veljarakanning sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Kringvarpið.

Tað er tveir tingsessir færri enn kanningin, sum Blaðið Vikuskifti kunngjørdi leygardagin, og fýra tingsessir færri enn í valinum í 2019.

Sambært kanningini fáa bæði Miðflokkurin og Framsókn tríggjar tinglimir í part við ávikavist 8,2 og 9,3 prosentum.

Javnaðarflokkurin er stóri vinnarin, og hevði fingið 28,3 prosent og 10 tinglimir um val var í dag. Næst er Tjóðveldi, sum hevði fingið sjey tinglimir og 21,5 prosent.

Løgmansflokkurin - Sambandsflokkurin - fær sambært kanningini seks tingsessir og 18 prosent.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder