Innanlands

Kendur journalistur stillar upp fyri Javnaðarflokkin

Uni Holm Johannesen verður á javnaðarlistanum á løgtingsvalinum 8. desember

(Savnsmynd: Kvf.fo)

(Savnsmynd: Kvf.fo)

2022-11-16 09:58 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Uni Holm Johannesen stillar upp fyri Javnaðarflokkin til løtingsvalið 8. desember, boðar flokkurin frá fyrrapartin.

Hann er kendur sum journalistur í Kringvarpinum, har hann millum annað hevur verið vertur á Degi og viku. Seinastu mánaðirnar hevur Uni Holm Johannesen starvast sum ráðgevi í Vinnuhúsinum.

Uni Holm Johannesen er 32 ár, útbúgvin stjórnmálafrøðingur, og er úr Havn og býr í Vestmanna við unnustuni Sáru og familjuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder