Innanlands

Spæliplássið í Grasagarði letur upp aftur

Nógv vitjaða spæliplássið í Grasagarði, millum Steinatún og Kongagøtu, letur upp leygardagin

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2022-11-25 08:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nógv vitjaða spæliplássið í Grasagarði, millum Steinatún og Kongagøtu, letur upp leygardagin.

Nýggja spæliplássið bjóðar inn til spæl, rørslu og uppihald, og við forvitnisligum upplivingum og uppihaldsmøguleikum skal Grasagarður verða ein savningarstaður í miðbýnum.

Nýggj ljósseting er við til at tryggja, at Grasagarður eisini verður innbjóðandi í myrku tíðini.

Verkætlanin varð boðin út sum ein heildararbeiðstøka. Fyritøkan Sp/f Arta vann útboðið.

Tað verður klokkan 14 leygardagin, at spæliplássið letur upp.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder