Innanlands

Jólabýurin í Havn tekur skap

Stóra jólatræið hevur fingið nýggja staðseting í ár, og er sett upp uttanfyri Ráðhúsið

(Mynd: Jól í Miðbýnum / Facebook)

(Mynd: Jól í Miðbýnum / Facebook)

2022-11-25 08:47 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Seinastu dagarnar hevur nógv virksemi verið í býnum. Umframt sølusmátturnar, sum standa jólaprýddar í Betri garðinum og á Vaglinum, so eru fleiri smáttur komnar á økið uttanfyri Ráðhúsið.

Vakri pallurin, sum stóð í Tinghúsgarðinum í fjør, prýðir hugnaliga Vaglið í ár. Stóra jólatræið hevur fingið nýggja staðseting í ár, og er sett upp uttanfyri Ráðhúsið, meðan arbeitt verður við Havnará.

Jólatræið á Vaglinum verður tendrað í morgin leygardagin kl. 15:30.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder