Innanlands

Munurin millum Aksel og Bárð minkar

Tað er framvegis Aksel V. Johannesen, formann í Javnaðarflokkinum, sum veljarin vil hava sum løgmann eftir løgtingsvalið, men munurin niður til sitandi løgmann, Bárð á Steig Nielsen, minkar, vísir nýggj veljarakanning

Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum er framvegis best umtóktur millum veljararnar sum ein komandi løgmaður (Mynd: Sverri Egholm)

Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum er framvegis best umtóktur millum veljararnar sum ein komandi løgmaður (Mynd: Sverri Egholm)

2022-11-25 16:25 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í nýggjastu Spyr.fo-veljarakanningini, sum Blaðið Vikuskifti og Portalurin hava latið gjørt, og sum verður kunngjørd í morgin árini, verður eisini spurt um løgmansevni.

35,4 prosent av veljarunum halda sambært kanningini, at Aksel V. Johannesen skal vera løgmaður eftir løgtingsvalið. Hetta er væl færri enn í desember í fjør tá 43,5 prosent vildu hava formann Javnaðarfloksins sum løgmann.

Bárður á Steig Nielsen var í desember í fjør ikki serliga væl umtóktur millum veljararnar, men hevur síðani vunnið seg fram aftur. Í nýggjastu kanningini fær hann álitisváttan frá 23,3 prosentum. Í desember í fjør var sama tal 17,6 prosent.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Nummar trý og fýra á listanum eru Høgni Hoydal og Beinir Johannesen við ávikavist 12,6 prosentum og 11,6 prosentum.

800 fólk vórðu spurd í kanningini, sum varð gjørd hóskvøldið 24. november. Óvissan í hesum spurninginum er upp til 2,6 prosent.

Øll veljarakanningin verður at síggja í Blaðnum Vikuskifti leygarmorgunin klokkan 7. Leinkja verður at finna á Portalinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder