Innanlands

Jóla- og stuðulskonsertin hjá Barnabata beinleiðis í sjónvarpinum

Fleiri familjur fáa ikki endarnar at røkka saman á jólum, og árið í ár er einki undantak. Jóla- og stuðulskonsert verður í sjónvarpinum hósdagin 1. desember

2022-11-25 18:58 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nú stundar til jóla, og børn og vaksin gleða seg til ársins hugnaligastu tíð. Samstundis vita vit, at hvørt ár eru fleiri børn, sum saman við familjum sínum stríðast fyri at fáa endarnar at røkka saman. Ábendingar eru um, at árið í ár ikki verður nakað undantak - heldur tvørturímóti. 

Men uttan peningaligan stuðul til jólahjálpina ber ikki til hjá Barnabata at veita eina peningaliga gávu. Seinastu árini hevur jóla- og stuðulskonsertin hjá Barnabata - Í Menniskjum Góður Tokki - fingið ein sera týðandi leiklut fyri jólahjálpina, sum saman við sera gávumildum átøkum frá einstaklingum, feløgum, skúlum og fyritøkum, hevur verið við til at hjálpa 550 børnum og familjum teirra - bara í 2021. Hetta barnatal hevur ligið á nøkulunda sama støði seinastu seks árini.

Á konsertini verður fjølbroyttur tónleikur, samrøður og prát. Tey, ið framføra í ár, eru: Barnakórið NOVA, Guðrun Sólja við kóri, Olvheðin Jakobsen, Sway, Høgni Lisberg, Son of Fortune og Sámal Ravnsfjall, Xperiment, Ung Stjørnuskot, Birita Adela, Vestmenn og Morgunkórið.

Til ber at stuðla átakinum við at fara inn á heimasíðuna hjá Barnabata.fo og kunna seg um stuðulsmøguleikarnar, bæði sum privatpersónur men eisini sum fyritøka. Allur stuðul fer til at hjálpa føroyskum børnum og familjum teirra, ið liva í fátækraváða.

Konsertin endar sum vant við felagssangi, har øll syngja við. Vit ynskja øllum eitt gott konsertkvøld, sum kann njótast framman fyri sjónvarpsskíggjanum heima ella í Vesturkirkjuni, har øll eru hjartaliga vælkomin.

Jóla- og stuðulskonsertin hjá Barnabata verður í sjónvarpinum hósdagin 1. desember klokkan 20.

Latið verður upp fyri umsóknarblaðnum til ársins jólahjálp sama dag kl. 12 tann 1. desember á heimasíðuni barnabati.fo. Freistin at søkja er úti á middegi tann 8. desember.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder