Mentan

Jólatræið í Vágstúni tendrað í kvøld

Nýggi stigabilurin hjá Klaksvíkar sløkkiliði var brúktur til at tendra træið í Klaksvík. Sí myndir

(Mynd: Dávur Winther)

(Mynd: Dávur Winther)

2022-11-25 23:20 Author image
Dávur Winther
placeholder

Veðrið var fagurt og veðurguðarnir høvdu sett regnskjólið yvir høvdið.

Nýggi stigabilurin hjá Klaksvíkar Sløkkiliði hjálpti til at tendra træið.

Við í kurvini vóru Karl Johansen, borgarstjóri og ein jólamaður. Uppgávan hjá teimum var at tendra jólatræið. Teir vórðu lyftir 10 metrar heilt upp til jólastjørnuna á trænum.

Áðrenn hevði Klaksvíkar Hornorkestur spælt tvey jólaløg. Síðani bað borgarstjórin børnini hjálpa sær at telja upp í fimm, fyri at fáa træið at tendra.

Við sær hevði hann ein serligan ljóspinn, sum skuldi tendra træið, men tíverri taldu børnini ov spakuliga, so tað riggaði ikki.

Hann bað tí børnini telja uppaftur harðari – og taldu tey so hart, at tað hoyrdist næstan um alla Klaksvík. Tá bar til og vakra træið tendraði so prýðiliga um allan miðbýin.

Síðani var Karl, borgarstjóri loraður longur niður frá 10 metra høga træmum, samstundis sum hann byrjaði eina góða og hugnaliga røðu.

Eftir røðuna spældi hornorkestrið aftur og endaði við "Gleðilig jól", sum øll tey mongu børnini og tey vaksinu sluppu at syngja við til.

Ein hugnalig og jólaligløta løta við flotta stigabilinum, jólamanni og góðum tónleika frá Klaksvíkar Hornorkestri

Karl H. Johansen, borgarstjóra, sum kunnugt vaks upp í Ánunum, hugleiddi m.a. um síni jól sum ungur og smádrongur:

Tá eg var lítil fingu vit fortalt, at jólamaðurin búði uppi undir Snæfelli.

Hava tit eisini hoyrt tað? 

Sjálvt um vit hvørt kvøld í desember royndu at fáa eyga á hann, so sóu vit ongantíð nakran jólamannin fyrr enn jólaaftan. 

Tað var ómetaliga spennandi, tí tá kom jólamaðurin altíð við einari gávu til okkara.  

Í dag eru fleiri jólamenn. Eg haldi eisini teir duga betur at ferðast enn teir gomlu. Kanska orka teir betur at ganga í fjøllunum, tí teir síggjast oftari enn fyrr.

- Ein hugnalig løta við nógvum fólki, har veðrið, sum sagt, var gott hesa løtuna!

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder