Mentan

Syngja jólini inn í Nólsoyar kirkju

1. sunnudag í advent verður árliga tiltakið "Vit syngja jólini inn" í Nólsoyar kirkju – Sum siður er, lesur prestur tekstbrot úr bíbliuni, og fleiri tonleikainnsløg verða

Nólsoyar sangkór er samansett av fólkum úr øllum heraðshornum í heiminum (Mynd: Fólkakirkjan)

Nólsoyar sangkór er samansett av fólkum úr øllum heraðshornum í heiminum (Mynd: Fólkakirkjan)

2022-11-26 13:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í morgin, 1. sunnudag í advent klokkan 18, verður árliga tiltakið “Vit syngja jólini inn” í Nólsoyar kirkju.

Upprunaliga sungu nólsoyingar nýggja kirkjuárið inn við sálmum úr øllum høgtíðum, men eftirsum bygdafólkið er við at koma í jólahýr, verður nú sungið advents-og jólasálmar. Sum siður er, lesur prestur tekstbrot úr bíbliuni, og fleiri tonleikainnsløg verða. Í ár er tað Uni Næs, dómpróstur, sum leiðir løtuna.

Nólsoyar sangkór syngur undir leiðslu av Jógvani Thomsen, og er kórið vælmannað í ár. Til undanvenjing týskvøldið møttu 28 sangarar.

Kórið er samansett av fólkum úr øllum heraðshornum í heiminum, tí bygdin er blivin multikulturel. Umframt nólsoyingar, ið hava búð í oynni alt lívið, eru ný-nólsoyingar úr Íslandi, Danmark, USA, Týsklandi, Turkalandi og Ukraina, skrivar Fólkakirkjan í tíðindaskrivi.

Eftir løtuna i kirkjuna bjóðar kirkjuráðið rísalamande i missiónshúsinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder