2022-11-26 21:32
Á middegi í dag stóðu fýra sløkkiliðsmenn frá Tórshavnar Sløkkiliði síðstu royndirnar í sambandi við útbúgvinginga sum bjargingarkavari.
Kavararnir fáa nú møguleika og loyvi frá mynduleikunum, at arbeiða sum bjargingarkavarar í føroysku tilbúgvingini.
Á myndini síggja vit bjargingarkavararnar eftir at seinasta royndin er avgreidd.
Frá vinstru Janus Joensen, lærari, Jógvan J. Joensen, hjálpari, Martin Sivertsen, Høgni Dam, Rógvi Danielsen, Andras Hammer og Heiðrikur Christiansen, próvdómari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald