Innanlands

Bilur stolin í Havn

Ein bláur Opel Astra frá 2014 við skrásetingarnummarinum GJ564 varð stolin uttanfyri Høllina á Hálsi í gjárkvøldið, og er hann enn ikki funnin aftur

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-11-27 09:53 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjárkvøldið klokkan uml. 19.30 varð ein bilur stolin uttanfyri Høllina á Hálsi í Havn.

Talan er um ein bláan Opel Astra frá 2014 við skrásetingarnummarinum GJ564.

Eigarin skuldi eitt lítið ørindi inn í høllina, og lat hann lykilin sita í, meðan hann fór inn, og tá hann kom út aftur var bilurin horvin, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

At lata lykilin vera í er ikki loyvt, og tí fær eigarin eina bót.

Enn hevur løgreglan ikki funnið bilin aftur, og vilja tey á løgreglustøðini tí fegin hoyra frá fólki, sum hava upplýsingar í sambandi við málið. Fólk kunnu seta seg í samband við løgregluna við at ringja 114.

[object Object]
Stolni bilurin líkist tí á myndini

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder