Innanlands

Politiskt formansumfar í Kongshøll mikudagin

Mikudagin klokkan 15 hevur Setrið almennan politiskan valfund í Kongshøll á Vestaru bryggju í Havn, har forfólkini í øllum flokkunum vera við

2022-11-27 14:36 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Útbúgvingarpolitikkur, gransking, kampus og lestrarlív standa á skránni, tá Fróðskaparsetrið bjóðar til almennan valfund í Kongshøll á Vestaru bryggju í Havn mikudagin 30. november klokkan 15.

Beinir Johannesen, formaður í Fólkaflokkinum, Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, Aksel V. Johannesen, formaður í Javbnaðarflokkinum, Sámal Petur í Grund, formaður í Sjálvstýri, Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, Ruth Vang, forkvinna í Framsókn og Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum fara at geva síni boð uppá, hvussu Føroyar koma best fram á leið, tá tað ræður um hægri útbúgvingar, gransking, kampus og umstøður at lesa í Føroyum.

Orðstýrari verður Brynhild Thomsen, og møguleiki verður eisini hjá áhoyrarum at spyrja valevnini spurningar.

Verður ikki pláss fyri øllum, er møguligt at fylgja við í politiska orðaskiftinum á stroymi. Leinki verður kunngjørt seinni.

Fróðskaparsetur Føroya


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder