Fyrsta stigið í stóru verkætlanini at gera víkingaskip í Hovi er við at verða liðugt.
Felagið Víkingaskipið hevði mikudagin reisigildi í Hovi. Jarnsmiðjan er reist, og eftir ætlan skal hon standa liðugt áðrenn ársskiftið.
Síðani verður farið víðari til næstu stigini.
Allir seymir til víkingaskipið skulu sláast í smiðjuni í Hovi og málmur er keyptur úr Íslandi til endamálið. Grót verður lagað upp ímóti grundini og yvirtoman klædd við viði. Tað sama verður gjørt innan.
Eisini verður ein essa gjørd innan eftir gomlum siði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald