Fokus á familjuna og kristnað grundarstøðið

Valskráin hjá Miðflokkinum snýr seg í stóran mun um umstøðurnar hjá familjum, samstundis sum kristna grundarstøðið hjá flokkinum sæst aftur í ígjøgnum alla valskránna

Jenis av Rana legði valskránna hjá Miðflokkinum fram saman við Bill Justinussen og Steffan Klein Poulsen (Mynd: Sverri Egholm)

Jenis av Rana legði valskránna hjá Miðflokkinum fram saman við Bill Justinussen og Steffan Klein Poulsen (Mynd: Sverri Egholm)

2022-11-28 12:21 Author image
Jógvan Jákupsson
placeholder

Fyrrapartin legði Miðflokkurin sína valskrá fram í Norðurstovu í Norðurlandahúsinum og kunngjørdi samstundis valevni. Sostatt hava allir flokkar kunngjørt sínar valskráir til løgtingsvalið 8. desembur.

Fyri tey, sum kenna føroyskan politikk, er innihaldið í valskránni ikki til at fara skeivur av; hesa skránna eigur Miðflokkurin. Hóast valskráin onga prentaða yvirskrift hevur, so tók Jenis av Rana, floksformaður, saman um valskránna og segði flokkin vilja mynda einar betri og tryggari Føroyar. Í tí sambandi minti hann eisini á, at Miðflokkurin byggir á kristna grundarstøðið.

Fyrsta punkt snýr seg um familju, skatt og avgjøld. Har verður m.a. lagt upp til, at ávísar gerandisvørur gerast bíligari, at skattaskipanin verður skipað av nýggjum, at kommunur kunnu vera við til at veita lættar til trongstødd. Føroyska samfelagið skal vera trygt frá gitnaði til natúrligan deyða. Bill Justinussen, tingmaður, viðgongur, at flokkurin ikki veit, hvussu nógv ið tey tiltøkini fara at kosta.

Bíbliusitat og Provita
Steffan Klein Poulsen greiddi frá einum punkti í valskránni um hjúnalagið og børn. Teksturin í valskránni byrjar við einum bíbliusitati, har nakað stendur um, at guð skapti mann og kvinnu. Tað er í samband við, at kynsskifti er eitt mál, sum mann í Miðflokkinum heldur fer at vera aktuelt.

Víst varð til, at løgtingið í 1982 var samt um, at óhóskandi bløð í handlum skuldu aftur um diskin. Nú eigur okkurt at verða gjørt fyri at verja børn og ung fyri óhóskandi tilfari á internetinum, so sum harðskapi, porni og øðrum.

Víst varð eisini til nakrar myndir hjá Føroya Provita, sum vórðu settar upp í rúminum. Orðaða endamálið hjá Provita er „at verja lív, frá gitnaði til nattúrligan deyða“. Miðflokkurin tekur undir við endamálinum og brúkti neyvt somu orðing á tíðindafundinum.

Í tilfarinum eru hartil ein røð av hashtøggum prentað, sum ongan iva lata vera um, hvønn flokk, ið talan er um. #kristinvirðir #tryggarføroyar #óføddabarnið #familjan #maðurogkvinna #hjúnabandið fyri bara at nevna nøkur.

Progressivur vinnuskattur
Miðflokkurin finst at galdandi skipan, har ið tilfeingisgjøld liggja á ávísum fyritøkum og ikki øðrum. Heldur skulu allar fyritøkur gjalda skattir eftir somu fortreytum, soleiðis at skattur verður goldin av yvirskotinum.

Tó vil mann saman við vinnuni kanna, hvussu ein progressiv skattaskipan kann gerast fyri føroysku vinnuna.

Skúli, mentan og uttanríkispolitikkur
Í Íslandi hevur mann sett serligan barna- og skúlamálaráðharra við góðum úrsliti. Miðflokkurin ynskir at gera tað sama í Føroyum. Víst varð eisini til arbeiði við at dagføra fólkaskúlalógina, sum ikki var liðugt, tá ið val varð útskrivað.

Viðvíkjandi uttanríkismálum sigur Miðflokkurin seg fegnast um, at mann hevur megnað at snara Føroya kós móti vestri. Umframt føroysku sendistovuna í Ísrael ynskir flokkurin skjótt at lata eina sendistovu upp í Washington.

Valevni:
Aksel Kambsskarð Berg,
Ólavur í Geil,
Rósa Tyril Gaardlykke,
Frank Jacobsen,
Jann Johannesen,
Bill Justinussen,
Bjørg av Rana Nitschke,
Hanna Ólavsdóttir,
Jórun Pólsdóttir,
Steffan Klein Poulsen,
Jenis av Rana,
Palma Sámalsdóttir Rasmussen,
Rani Andrasson Skaalum,
Terje B. Vestergaard

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder