Innanlands

Bergtóra takkaði fyri seg eftir 35 ár á føroyskum veingjum

Tá flogfarið hjá Atlantsflogi kom heim úr Íslandi í gjár, var tað seinasti túrur hjá Bergtóru Nielsen, sum hevur flogið við síðan byrjanina

(Mynd: Atlantsflog)

(Mynd: Atlantsflog)

2022-11-29 10:04 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

“Hon er ímynd av tí fjálga og heimliga. Hon hevur tign og myndugleika. Men mest av øllum er Bergtóra bara Bergtóra. Vit kenna andlitið, og vit kenna eisini heilsanina í hátalaranum eftir lending í Føroyum: “Góðu ferðafólk, vælkomin heim”. Hesa fjálgu orðing, sum sermerkir okkara flogfelag, eigur Bergtóra. Og ferðafólk í hópatali hava nú í næstan 35 ár kent seg bæði trygg og heima umborð hjá Bergtóru️”.

Soleiðis skrivar Atlantsflog um Bergtóru Nielsen, forternu, sum í gjár takkaði fyri seg eftir sløk 35 ár á føroyskum veingjum.

Bergtóra, sum nú er farin frá fyri aldur, hevur verið við frá allarfyrsta túri í mars 1988. Í næstan 20 ár starvaðist hon sum kabinuovasti, so hon hevur lært hundraðtals flogternur upp gjøgnum ár og dag, og góðu virðini, Bergtóra hevur lagt eftir seg, eru framvegis ein hornasteinur undir tænastuni umborð.

Tað var ein rørandi løta, tá starvsfelagir og familja tóku ímóti við fløggum og heiðursportri á flogvøllinum eftir hennara seinastu ferð sum flogterna.

Myndir: Atlantsflog

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder