Innanlands

Jørgin Olsen nýggjur leiðari í barnagarðinum á Svangaskarði

55-ára námsfrøðingurin hevur leiðsluroyndir frá dagstovni í Rituvík og frá Almannaverkinum. Hann var ein av teimum fimm, ið søkti, eftir at Tóra Johannesen valdi at siga upp

Í dag vitjaði Jørgin Olsen á kommuskrivstovuni og heilsaði uppá Súna í Hjøllum, borgarstjóra, sum ynskti honum tillukku við nýggja starvinum og allar bestu eydnu (Mynd: nes.fo)

Í dag vitjaði Jørgin Olsen á kommuskrivstovuni og heilsaði uppá Súna í Hjøllum, borgarstjóra, sum ynskti honum tillukku við nýggja starvinum og allar bestu eydnu (Mynd: nes.fo)

2022-11-29 17:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Á býráðsfundi í gjár, har fíggjarlógin hjá Nes kommunu eisini varð samtykt, samtykti Nes kommuna at seta Jørgin Olsen í starv sum leiðara til Barnagarðin á Svangaskarði.

Tóra Johannesen hevur verið leiðari í 14 ár, og eftir at hon valdi at siga seg úr hesum starvi, søkti kommunan eftir nýggjum leiðara. Sambært nes.fo komu fimm umsóknir til leiðarastarvið, eftir at umsóknarfreistin var farin tann 9. november.

Nýggi leiðarin hevur útbúgving sum námsfrøðingur, og Nes kommuna skrivar soleiðis um hann: 

- Jørgin Olsen er 55 ár og búsitandi í Runavík. Umframt námsfrøðiliga útbúgving hevur hann tikið leiðarútbúgvingar.  Hann hevur drúgvar royndir í námsfrøðiligum arbeiði í sambýlum og dagstovnum eins og leiðsluroyndir. Jørgin Olsen var leiðari í Dagstovninum við Stórá í Rituvík í árunum 2008-2017. Síðan hevur hann verið eindarleiðari í Eind 1 hjá Almannverkinum í Norðoyggjum.

Nýggi leiðarin er fuglfirðingur men er búsitandi í Rituvík.

Í dag vitjaði Jørgin Olsen á kommuskrivstovuni og heilsaði uppá Súna í Hjøllum, borgarstjóra, sum ynskti honum tillukku við nýggja starvinum og allar bestu eydnu, skrivar nes.fo


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder