Innanlands

Almennur valfundur á Sjónámi hósdagin

Ljós verður varpað á tað maritima økið, og serligur dentur verður lagdur á fiskivinnuna, geopolitisku broytingarnar og tær avbjóðingar og møguleikar hetta førir við sær. Tvey valevni fyri hvønn flokk svara viðkomandi spurningum

2022-11-29 20:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Løtingsvalið nærkast, og eina viku undan tað verður, skipar næmingarráð Sjónáms fyri almennum valfundi á skúlanum.

Evnini, ið vald eru, hóska til hvør "verturin" er: 

- Ljós verður varpað á tað maritima økið. Serliga verður dentur lagdur á fiskivinnuna, geopolitisku broytingarnar og tær avbjóðingar og møguleikar hetta førir við sær. 

Sjónám upplýsir, at tvey valevni fyri hvønn flokk svara spurningum um eitt nú, heimaflotan, skattaskipanina, tilfeingisgjøld og mangt annað.

Valfundurin verður stroymdur, og leinkja verður send út til miðlarnar og eisini løgd út á heimasíðuna hjá Sjónámi.

Talan er um ein almennan valfund, har øll kunnu møta upp sum áhoyrarar og eisini seta spurningar.

Fundurin verður á Sjónámi í Klaksvík - á Faktorsvegi 14 - hósdagin 1. Desembur klokkan 13.00. Fundurin væntast at vara í hálvanannan tíma ella har á leið, skrivar Sjónám.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder