Innanlands

Vilja hava bygdarfólkið í Vestmanna við í menningar- og ferðavinnuætlan

Eitt spurnarblað er gjørt, og ætlanin hjá kommununi er, at úrslitið av kanningini skal geva íblástur til at menna trivnaðin í bygdini og vera grundarsteinurin undir nýggju ætlanini

- Spurnarblaðið er fyrst og fremst ætlað borgarum, ið eru búsitandi í Vestmanna. Tó er áhugavert eisini at hoyra frá borgarum, ið hava havt sín uppvøkstur í Vestmanna, men av ymsum orsøkum ikki búgva í kommununi

- Spurnarblaðið er fyrst og fremst ætlað borgarum, ið eru búsitandi í Vestmanna. Tó er áhugavert eisini at hoyra frá borgarum, ið hava havt sín uppvøkstur í Vestmanna, men av ymsum orsøkum ikki búgva í kommununi

2022-11-30 10:19 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Hóast Vestmanna er ein ferðavinnubygd, kunnu vit saktans gerast ein enn størri partur av ferðavinnuni. Tað hevur stóran týdning at bygdarfólkið er við í eini menningar- og ferðavinnuætlan.

Av hesari orsøk vil bygdaráðið í Vestmanna kommuna vita, hvat vestmenningar, ynskja. Hetta soleiðis at úrslitið av kanningini kann verða grundarsteinurin undir nýggju menningar- og ferðavinnuætlanini.

Vestmanna kommuna skrivar, at spurnarblaðið er fyrst og fremst ætlað borgarum, ið eru búsitandi í Vestmanna. Tó er áhugavert eisini at hoyra frá borgarum, ið hava havt sín uppvøkstur í Vestmanna, men av ymsum orsøkum ikki búgva í kommununi.

Í spurnarblaðnum eru 15 ymisk punkt, ið skulu svarast á ymsan hátt. Tey snúgva seg um dagligdagin í kommununi, hvat gevur trivnað, og hvørji hugskot kunnu verða við at menna millum ferðavinnuna.

Vestmanna kommuna skrivar, at hetta skal geva kommununi íblástur at menna trivnaðin í bygdini, bæði fyri einstaka fólkið og ikki minst fyri virkisfúsar íverksetarar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder