Innanlands

Krevja ikki ansingargjald fyri desember

Vágs kommuna hevur gjørt av, at taka ein mánaða av afturat har barnafamiljur ikki skulu rinda

Tað at hava eitt barn í vøggustovu ella barnagarði fulla tíð, kostar 1.800 krónur um mánaðin (Mynd: vags.fo)

Tað at hava eitt barn í vøggustovu ella barnagarði fulla tíð, kostar 1.800 krónur um mánaðin (Mynd: vags.fo)

2022-11-30 09:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Vanliga rinda tey, ið hava børn á stovni í Vágs kommunu, ansingargjald ellivu mánaðir um árið - hjá teimum ið hava børn í frítíðarskúla er talan um ellivu mánaðir.

Nú er greitt, at tað í ár verður tikin ein eyka mánaður burtur:

- Vágs Kommuna hevur gjørt av, ikki at krevja ansingargjald fyri desembur mánað. Sostatt skulu foreldur at børnum í barnagarðinum, í Sóljuni og í frítíðarskúlanum ikki rindað mánaðarliga ansingargjaldið.

Hetta skrivaði vags.fo í gjár. 

Eitt yvirlit yvir barnaansingargjøldini hjá kommununi vísur, at kostnaðurin fyri eitt barn ið er fulla tíð í vøggustovu ella barnagarð, er 1.800 krónur um mánaðin. Fyri hálva tíð er tað helmingurin av hesum (900 krónur), og fyri barn í frítíðarskúla er talan um 1.000 krónur fyri hvønn mánað.

Tá fíggjarætlanin mánadagin varð samtykt varð greitt, at barnafrádrátturin verður tann sami í 2023, sum hann hevur verið í ár: 6.000 krónur fyri barni.

Les eisini: Vágs kommuna lækkar skattin við 0,2 prosentstigum


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder