Innanlands

Hennes og Mauritz sigur umleið 1.500 fólk upp

Hetta er partur av einari stórari spariætlan hjá stóru svensku fyritøkuni. Ætlanin við júst hesum er spara fyri beint yvir 1,3 milliard krónur

Hennes & Mauritz er byrjað uppá eina altjóða ætlan at minka um kostnað og at hækkað um virkisføri. Hetta gongur útyvir nógv starvsfólk (Mynd: EPA)

Hennes & Mauritz er byrjað uppá eina altjóða ætlan at minka um kostnað og at hækkað um virkisføri. Hetta gongur útyvir nógv starvsfólk (Mynd: EPA)

2022-11-30 12:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hennes & Mauritz er byrjað uppá eina altjóða ætlan at minka um kostnað og at hækkað um virkisføri. Hetta hevur við sær nakrar bygnaðarligar broytingar á hægri støði í stóru svensku fyritøkuni, men tað hevur eisini við sær, at tað verður minkað um starvsfólksfólkatalið.

Hesum boðar H&M Group frá í kunningarskrivi í dag. Greitt er, at 1,500 starvsfólk hjá Hennes & Mauritz kring heimin verða søgd úr starvi.

Hetta skal, sambært metingum hjá fyritøkuni, spara umleið tvær millardir svenskar krónur - 1,36 milliardir danskar krónur. Sparingarnar skulu síggjast aftur í úrslitinum fyri seinnu hálvu í 2023, skrivar HM Group.

Forstjórin Helena Helmersson sigur, at nýggja ætlanin inniber, at hyggja uppá alla skipanina í felagnum, og at tey eru greið yvir, at summi starvsfólk verða ávirkaði - tey skulu tó stuðlast í at á besta háttin taka næsta fetið.

H&M hevur útvið 5.000 handlar kring heimin, og áleið 107.500 fólk í fulltíðarstarvið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder