Innanlands

Útlendingur við følskum upplýsingum afturhildin

Maðurin, sum kom við Norrønu mánadagin og var ávegis til Íslands, hevði millum annað falskt pass, og verður førdur fram í rættinum í dag. Viðkomandi verður helst sendur av landinum skjótast gjørligt, upplýsir løgreglan

Smyril Line hevur í hesum førinum flutningsábyrgd av handtikna persóninum - tað er tó ikki heilt víst enn, júst hvussu og hvar til persónurin skal flytast (Mynd: Jens Kr. Vang)

Smyril Line hevur í hesum førinum flutningsábyrgd av handtikna persóninum - tað er tó ikki heilt víst enn, júst hvussu og hvar til persónurin skal flytast (Mynd: Jens Kr. Vang)

2022-11-30 11:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tá Norrøna kom úr Danmark mánadagin, var ein útlendskur maður umborð, sum myndugleikarnir skjótt fingu illgruna til.

Tað vísti seg eisini, at viðkomandi bæði hevði falskt pass og fleiri pappírir við nógvum ymiskum nøvnum á, upplýsir løgreglan.

Persónurin varð afturhildin. Í slíkum førum er loyvi at afturhalda einum persóni í trý samdøgur, og síðani mánadagin hava serkunnug fólk hjá løgregluni brúkt nógva tíð fyri at finna útav, hvør maðurin í veruleikanum er.

Vaktleiðarin á løgreglustøðuni upplýsir, at maðurin helst er úr Iran upprunaliga. Hann hevur ikki viljað sagt so nógv við føroysku myndugleikarnar, men segði seg vilja til Íslands at "byrja eitt nýtt lív".

Maðurin verður førdur fram til rættin í dag og verður síðani helst sendur av landinum aftur. Helst fer hann til Danmarkar, har hann kom frá, men tað bendir á, at persónurin í stóran mun hevur hildið til í Svøríki síðstu árini.

Í hesum førinum hevur Smyril Line flutningsábyrgd av honum. Tó er ikki greitt enn, hvussu hann fer av landinum aftur - um tað til dømis er lættari at flyta persónin við flogfarið. Óvist er eisini, júst hvørja revsing persónurin fær fyri at ferðast við millum annað følskum samleikaprógvum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder