Innanlands

Løgreglan fær nógvar klagur um valplakatir

Ymsastaðni eru tær til ampa fyri ferðsluna, og fleiri valplakatir hanga ov lágt. Løgreglan tekur ímóti men vísur annars til valfeløgini

Tað er ikki er loyvt at festa valplakatir á steyrar við ferðsluskeltum/við gonguteigar, og tær skulu ikki hanga so lágt, sum fleiri gera (Tilvildarlig mynd av valplakatum - Savnsmynd)

Tað er ikki er loyvt at festa valplakatir á steyrar við ferðsluskeltum/við gonguteigar, og tær skulu ikki hanga so lágt, sum fleiri gera (Tilvildarlig mynd av valplakatum - Savnsmynd)

2022-11-30 14:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein rúgva av valplakatum seta sín dám á kring landið, nú val er í hondum, men sum vera man eru ymiskir trupulleikar við plakatunum.

Vakthavandi á løgreglustøðini í Tórshavn sigur í dag við Portalin, at nógvar klagur eru komnar inn seinastu tíðina um valplakatir, og tað er serliga í høvuðsstaðnum, at trupulleikin er.

Fólk ilskast millum annað um, at plakatir eru til ampa í ferðsluni, at tær taka útsýnið og at í fleiri støðum hanga tær ov lágt á lyktapelum.

Tað eru greiðar reglur um, hvussu lágt eitt ferðsluskelti millum annað kann hanga. Tað eru eisini á reglur fyri valplakatir, og somu mát, sum eru til ferðsluskelti, eru hóskandi til valplakatir.

Les eisini: 
Nógvar valplakatir hanga alt ov lágt

Tað er ikki er loyvt at festa valplakatir á steyrar við ferðsluskeltum/við gonguteigar, men hetta verður í summum førum gjørt.

Vakthavandi vísur á, at ein nærri kunning er gjørd til ymsu valfeløgini, ið varða av valevunum og plakatunum, og at áheitan er send út um at kanna plakatir sínar

Í hesum førinum sigur vakthavandi, at tey sjálvandi taka ímóti klagum, og kanna tað sum er álvarsamt. Tó verður víst til valfeløgini, ið sum nevnt hava ábyrgdina


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder