Uttanlands

Fyrrverandi kinesiskur leiðari deyður

Jiang Zemin, sum var kinesiskur forseti frá 1993 til 2003 gjørdist 96 ára gamal

Jiang Zemin her til høgru saman við núverandi kinesiska leiðaranum Xi Jinping (Mynd: EPA)

Jiang Zemin her til høgru saman við núverandi kinesiska leiðaranum Xi Jinping (Mynd: EPA)

2022-11-30 15:51 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyrrverandi leiðarin í Kina, Jian Zemin, er deyður, 96 ára gamal. Tað upplýsa kinesiskir statsmiðlar, sambært Reuters.

Osøkin til at hann doyði sigst vera leukæmi og brek í gøgnunum. Hann doyði í býnum Shanghai í eystara parti av Kina.

Jian Zemin var forseti í Kina frá 1993 til 2003. Hann var útbúgvin verkfrøðingur og var eitt skifti ráðharri fyri elektronikkídnaðin.

Í 1985 varð hann tilnevndur borgarstjóri í Shanghai, og í 1987 varð hann innlimaður í politbureau’ið hjá KKP-kommunistaflokkinum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder