placeholder
Innanlands

Valkjak um fólkaskúlan

Fundur verður í auluni á Námsvísindadeildini seinnapartin

(Tilvildarlig savnsmynd)

(Tilvildarlig savnsmynd)

2022-12-01 09:50 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Seinnapartin í dag – kl. 15.15 til 17 – verður almennur valfundur í auluni á Námsvísindadeildini, har fólkaskúlin er evnið.

Føroya Lærarafelag, Námsvísindadeildin og Heim & skúli skipa fyri almenna pallborðsfundinum. Valevni frá øllum flokkum luttaka.

Evni sum verða viðgjørt eru hesi:

  • hvat siga valskráirnar um fólkaskúlan
  • umstøðurnar hjá læraranum í dagsins fólkaskúla
  • Læraraútbúgvingin og eftirútbúgving av lærarum
  • Hin góði skúlin, har lærarar og næmingar trívast

Valevnini fáa høvi at greiða frá síni ásjón, og høvi verður at seta spurningar úr salinum.

Til tey, ið ikki fáa møtt á Frælsinum, so verður valfundurin stroymdur: https://www.youtube.com/watch?v=V1eR_NvMhQE 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder