Innanlands

Frítíðarstovan tekur skap

Útiveggirnir á nýggju frítíðarstovuni á Strondum vórðu reistir í gjár. Liðugt verður helst at innilokað, áðrenn árið er av - skúlabólkar og frítíðarstovubørn skulu hýsast har, og ætlanin er eisini, at húsið eisini skal virka sum ungdómshús um kvøldarnar

Umframt at nýggja frítíðarstovan loysir stóru avbjóðingina at hýsa skúlabólki og frítíðarstovubørnum er ætlanin, at húsið eisini skal virka sum ungdómshús um kvøldarnar.

Umframt at nýggja frítíðarstovan loysir stóru avbjóðingina at hýsa skúlabólki og frítíðarstovubørnum er ætlanin, at húsið eisini skal virka sum ungdómshús um kvøldarnar.

2022-12-01 14:25 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Arbeiðið at gera nýggja frítíðarstovu gongur støðugt framá, og í dag, mikudagin 30. november 2022, vóru útiveggirnir á nýggju frítíðarstovuni reistir.

Tað er HVT, sum hevur høvðusuppgávuna at byggja nýggja frítíðarstovuna, og FT-Bygging, undirveitari, stendur fyri sjálvari byggingini. Komandi tíð fer við at inniloka húsið, og væntaninar eru, at frítíðarstovan verður liðug innilokað, áðrenn árið er lokið.

[object Object]

[object Object]

Umframt at nýggja frítíðarstovan loysir stóru avbjóðingina at hýsa skúlabólki og frítíðarstovubørnum er ætlanin, at húsið eisini skal virka sum ungdómshús um kvøldarnar.

Tí er tað við stórum spenningi at bíðað verður eftir, at húsið er liðugt og klárt at taka í nýtslu. Væntandi verður frítíðarstovan liðug seinnu helvt av várinum 2023. Nær húsið verður tikið í nýtslu er ikki avgjørt, men væntandi verður tað skjótast gjørligt eftir hetta.

Fleiri myndir síggjast her

Sjóvar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder