Innanlands

Articon átti lægsta tilboðið til tunnil í Havn

Lægsta tilboðið at gera Húsareynstunnilin er 293 milliónir krónur

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2022-12-01 15:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í dag var lisitasjón í sambandi við ger av rávegi og tunnli til innkomuvegin í Havn. At talan er um ráveg merkir, at ovasta lagið vantar.

Tá freistin var farin vóru tvey standard tilboð komin inn, umframt tvey alternativ tilboð.

Tilboðið frá J&K Petersen ljóðaði uppá 310.296.671,10 kr

Tilboðið frá Articon ljóðaði uppá 293.055.268,00 kr

Articon hevði harumframt tvey alternativ uppskot, eitt uppá 289 miljónir og eitt uppá 261 miljónir.

Umsitingin hjá Tórshavnar kommunu fer nú saman við ráðgevum at nærlesa innkomnu tilboðini.

Tunnilin verður sum arbeiðsheiti nevndur Húsareynstunnilin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder