Innanlands

P/F Jógvan Weihe stuðlar hjartabørnum

Fiskiáhugað hava millum aðra útgerð hjá Jógvan Weihe í eitt avmarkað tíðarskeið kunnað keypt ein sergjørdan spinnara, sum Charles Olsen hevur sniðgivið. Harvið hava tey samstundis stuðlað føroyskum hjartabørnum, og gav sølan tilsamans 5.000 kr.

Charles Olsen handaði vegna P/F Jógvan Weihe Eyðnu Joensen, forkvinnu í Hjartafelagnum, stuðulin og ein spinnara í sambandi við tiltak hjá Hjartafelagnum

Charles Olsen handaði vegna P/F Jógvan Weihe Eyðnu Joensen, forkvinnu í Hjartafelagnum, stuðulin og ein spinnara í sambandi við tiltak hjá Hjartafelagnum

2022-12-03 12:28 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hjartafelagið: Sølan av einum sergjørdum vøkrum spinnara í avmarkaðari nøgd hevur givið tilsamans 5.000 kr., sum Jógvan Weihe hevur latið áhugabólkinum Hjartabarnið.

Fiskiáhugað hava millum aðra útgerð hjá Jógvan Weihe í eitt avmarkað tíðarskeið kunnað keypt ein sergjørdan spinnara, sum Charles Olsen hevur sniðgivið. Harvið hava tey samstundis stuðlað føroyskum hjartabørnum.

Sølan hevur gingið væl, og á einum tiltaki hjá Hjartabarninum varð stuðulin handaður.

Charles Olsen handaði vegna P/F Jógvan Weihe Eyðnu Joensen, forkvinnu í Hjartafelagnum, stuðulin og ein spinnara.

Í Føroyum verða uml. fimm børn um árið fødd við hjartafeili, og í Hjartafelagnum eru tey so sera fegin um stuðulin, og tað kreativa átakið, sum Jógvan Weihe hevur staðið fyri.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder