placeholder
Innanlands

Sangkvøld í høllini í Nesvík í kvøld

Felagssangur verður við manskórinum úr Thabor í Fuglafirði, og trúboðarar og umboð frá Kirkjuligu Heimamissiónini fara at greiða frá sínum arbeiði. Tiltakið byrjar klokkan 19

2022-12-03 14:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í kvøld, leygarkvøldið, 3. desember klokkan 19, bjóðar Kirkjuliga Heimamissiónin til sangkvøld í høllini í Leguhúsinum í Nesvík.

- Á skránni verður felagssangur við manskórinum úr Thabor í Fuglafirði, har teir góðu, kendu klassikararnir úr Missiónssangbókini verða sungnir.

Hetta skrivar Trúboðin á heimasíðu sínari. 

Fyriuttan felagssang fer Jørgen Andreasen, trúboðari, at hava eina andakt og Pól Johannessen, trúboðari, greiðir frá um gevaratænastu.

Til seinast fer Andrias Magnussen at greiða frá arbeiðnum hjá Kirkjuligu Heimamissiónini. Hann er aðalskrivari hjá felagskapinum.

Aftaná verður kaffi og te at fáa.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder