Innanlands

185.000 krónur savnaðar inn til Skótahjálpina

Í ár fer stuðulin frá Skótahjálpini til Land of Hope og Skúlan á Trøðni, og fríggjadagin varð peningurin handaður

2022-12-04 10:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Á hvørjum ári koma skótar á gátt hjá fólki og bjóða seg fram til at gera einahvørja fyrifalland uppgávu, so sum at dustsúgva, lúka, baka, leggja klæði saman, vaska bil, keypa inn, spula tún ella annað smáarbeiði, sum tørvur er á og sum skótarnir megna. Fyri arbeiðið fáa tey nakrar krónur til skótahjálpina, og innsavnaði peningurin fer til eina barnahjálparverkætlan í Føroyum og til eina uttanlands.

Í ár fer stuðulin til Land of Hope og Skúlan á Trøðni.

Land of Hope stríðist ímóti barnaheksaákærum, ið hvørt ár hava við sær útblaking, pínslu og í ringasta føri dráp á børn í túsundatal í Nigeria.

Hjálparfelagsskapurin Land of Hope varð settur á stovn í 2012 og hevur bústað í Aarhus og í Akwa Ibom, Nigeria.

Skúlin á Trøðni er einasti serskúlin í Føroyum. Har ganga næmingar, sum ikki kunnu fáa nøktandi undirvísing í nærumhvørvinum. Á skúlanum ganga áleið 50 næmingar. Málið er at gera næmingarnar so sjálvstøðugar og sjálvbjargnar sum gjørligt og betra teirra samskifti við onnur, soleiðis at teir kunnu virka í samfelagnum, bæði í skúlanum og uttan fyri skúlagátt.

Umstøðurnar á skúlanum eru góðar, men í sjálvum skúlagarðinum vænta spæliaktivitetir. Stuðulin frá Skótahjálpini verður eitt ískoyti til ein upplivingarríkan og innbjóðandi skúlagarð við spæliaktivitetum, har møguleiki er fyri at menna og stimbra kropsligu førleikarnar og at fáa sansaligar spennandi avbjóðingar og upplivingar.

Til Skótahjálpina í ár hava skótarnir savnað inn áleið 185.000 krónur, og fingu Land of Hope og SKúlin á Trøðni 65.000 krónur hvør, skrivar Skótahjálpin í tíðindaskrivi.

2. desember bleiv innsavnaði peningurin frá Skótahjálpini 2022 handaður til Land Of Hope og til uttandura spæliøki í Skúlanum á Trøðni. Handanin var til eitt tiltak á Skúlanum á Trøðni, har umboðini fyri verkætlanirnar høvdu hvør sítt upplegg, síðani blivu kekkarnir handaðir.

Skótahjálpin hevur fingið stuðul frá Hotel Hafnia, MBM, og Jógvan Weihe


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder